Á
Psykiatriska deplinum sóknast vit eftir sjúkrarøktarfrøðingum at arbeiða á
innleggingardeild okkara. Vi gera klárt at flyta í nýggja deild í nýggja
H-bygninginum, og tá vit fáa pláss fyri fleiri sjúklingum enn nú, tørvar okkum
fleiri starvsfólk.
Talan er
um:
- Føst størv á brøki 0,8 til setan 01.11.2026,
ella eftir nærri avtalu. Størvini eru í skiftandi vaktum t.e dag-, kvøld- og
náttarvaktum, og sum er verður arbeitt 2 . hvørt vikuskifti, men arbeitt verður
við, at starvsfólk fara at arbeiða 3 hv. vikuskifti.
Vit taka ímóti sjúklingum í øllum
aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar
sjúkur og vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur sær
virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika fyri at birta undir
rehabilitering og recovery hjá innløgdu sjúklingunum.
Vit arbeiða miðvíst við at menna
okkara miljøterapi, sum er snúningsásin í gerandisdegnum á deildini.
Vit arbeiða málrættað við átakinum "Safewards", sum stuðlar undir einum
góðum og tryggum arbejðsumhvørvi, ið bøtir um trygd og nøgdsemi millum
sjúklingar og starvsfólk. Vit menna okkara røkt og viðgerð við at arbeiða
miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement.
Eitt av innsatsøkinum er at hava
sjúklingin við í øllum avgerðum í sambandi við sjúklingagongdina, har
avvarðandi eisini eru ein týdningarmikil partur av tilgongdini.
Hvør ert tú?
Tú ert útbúgvin
sjúkrarøktarfrøðingur, sum ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við
psykiatriskum sjúkum.
Tú kennir teg aftur, tá vit siga,
at:
Tú ert forvitin eftir at læra
meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum
tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan
gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan
hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.
Tú ert ein liðleikari. Sum
toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri
best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga er umráðandi at tú
sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri
íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær.
Tí skalt tú søkja arbeiði hjá
okkum.
Hvørji eru vit?
Tú fært nakrar dugnaligar og
eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær
góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava dagliga refleksión saman við
starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga.
Summi hava arbeitt her í mong ár, summi eru komin seinni, men øll stremba eftir
at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum at koma á vakt.
Lønar- og
setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg
í samband við Jóhanna við Streym, deildarleiðara á P40, á t-post johpa@ls.fo ella til
depilsleiðara Eydnu Iversen Lindenskov á t-post eydna.lindenskov@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 22.09.2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst
tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý
sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.
Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá
gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum
samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit
virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at
veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Preia ein vinSíggj onnur størv