Fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur til Økispsykiatriina í Eysturoy

Landssjúkrahúsið Útgivið mikudagur, 26. juni 2024
Umsóknarfreistin er týsdagur, 23. juli 2024

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv, til Eysturoynna.. Talan er um fast starv á brøki 0,8 til setan frá 01.09.24 ella skjótast tilber.

Her fært tú møguleikan at verða við til at mynda okkara økispsykiatri. Í hesum økinum eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða saman um økið, ið fevnir um Eysturoynna. Vit eru í alt tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriska toyminum og tveir sosialráðgevar. Aðru hvørja viku møtast vit andlit til andlit til konferensu, fakliga sparring og supervisión. Aðru hvørja viku hittast vit til fakligt forum og "stovugongd" á netinum. Vit arbeiða í tøttum samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørgeiraligt, so sum heimatænastu, kommunulæknar og onnur.

Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum, "Samskapað psykiatri", har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin.

Vit virka fyri, og í samstarvi við einstaka persónin við sálarligum avbjóðingum, at koma seg, at arbeiða við tí hann setir sær sum mál og skapa karmar, so hann hevur møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív sum til ber. 

Starvsdagurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Økispsykiatriini er mest við heimavitjanum hjá borgarum og viðtalum á skrivstovuni. Vit brúka somuleiðis telefonviðtalur og viðtalur á netinum umvegis Teams.

Á Psykiatriska Deplinum arbeiða vit miðvíst við betranararbeiði eftir háttinum Quality Improvement, so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu, trygd og dygd.

 

Hvør ert tú ?

Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.

Hevur royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur og helst eisini innan psykiatri

Tú ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum 

Megnar at arbeiða rættuliga sjálvstøðugt.

 

Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:

Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.

Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga ,er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær. Tú dugir at raðfesta og virka sjálvstøðugt í uppgávunum.

Er hetta tú, so er tað tær vit leita eftir.

 

Hvørji eru vit ?

Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava møguleika fyri refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, sum eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum til næsta arbeiðsdag.

 

Í arbeiðnum er tað neyðugt, at tú hevur koyrikort.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Birgit Andersen, deildarleiðara, tlf. 234557,  birgit.andersen@ls.fo ella Eydnu I Lindenskov, depilsleiðara, eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er 23. juli 24
Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
 

Preia ein vinSíggj onnur størv