Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum søkir eftir einum post doc at gerast partur av okkara granskingarverkætlan um ávirkan av umhvørvisdálking á kropsvekt. Starvið er fulltíðarstarv, og avmarkað til 1 ár. Starvið ynskist at verða sett 1. september 2026 ella skjótast gjørligt hereftir.
Um verkætlanina
Dálkingarevnir, so sum PFAS, hava víst seg at hava fleiri negativ árin á heilsu hjá fólki. Yvirvekt er ein álvarslig hóttan móti fólkaheilsuni kring allan heimin. Fólk við yvirvekt eru í munandi hægri vanda fyri at fáa typu 2 diabetes, hjartaæðrasjúkur, stoffskiftissjúkur og aðrar kroniskar sjúkur. Dálkingarevni í okkara umhvørvi, sonevnd PFAS, tykjast at viðvirka til hægri vekt hjá børnum og ungum, men vit vita lítið um, hvørt útsetilsi fyri PFAS tíðliga í lívinum møguliga kann hava ávirkan á kropsvektina seinni í lívinum, og um vit eru serliga viðbrekin fyri útsetilsi ávís tíðarbil í lívinum. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna um samband er millum útsetilsi fyri PFAS frá móðurlívi til vaksnalívið og kropsvekt, íroknað lutfallið millum feitt, vøddar og bein. Í hesi verkætlan fara vit at brúka dáta frá kohortu 1, sum eru fylgd síðani 1986 við kliniskum kanningum og við PFAS-eksponering við føðing og í aldrinum 7, 14, 22, 28 og seinast sum 39 ára gomul.
Verkætlan verður framd í samstarvi við granskarar á Syddansk Universitet, Københavns Universitet og Harvard University, og er fígging av Novo Nordisk Fonden, Granskingarráðnum og danska Miljøstyrelsen.
Um Heilsugranskingareindina
Heilsugranskingareindin skipar og samskipar granskingina í Sjúkrahúsverkinum. Heilsugranskingareindin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at granskingarvirksemið í Sjúkrahúsverkinum er væl skipað og fylgir viðtiknum fyriskipanum fyri gransking. Høvuðsuppgávan er, umframt at fremja gransking, at veita ráðgeving og stuðul til granskarar og hava samlað yvirlit yvir granskingarvirksemið í Sjúkrahúsverkinum.
Sum post doc verður tú partur av granskingarbólkinum á Heilsugranskingareindini og sostatt partur av einum spennandi granskingarumhvørvi, ið fevnir um ph.d.-lesandi, post doc’ar og roynd vísindafólk. Á Heilsugranskingareindini leggja vit dent á at hava eitt gott granskingar- og arbeiðsumhvørvi. Samstundis fremja vit gransking á høgum altjóða støði við samstarvsfeløgum bæði innanlands og uttanlands.
Um starvið
Sum post doc kemur tú at standa fyri hagtalsgreiningum og dátuviðgerð av úrslitum í verkætlanini í tøttum samstarvi við granskingartoymið handan kanningina. Tínar uppgávur sum post doc eru m.a.
- Skriva úrslitini saman til vísindaligar greinar
- Miðla granskingarúrslit til almenningin, fjølmiðlar og á altjóða ráðstevnum
- Taka virknan lut í gerandisdegnum hjá granskingarbólkinum
- Vera við til at skriva umsóknir um víðari fígging
Førleikakrøv
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum førleikum og motiveraðu umsóknini.
Vit vænta, at tú:
- Hevur PhD prógv innan viðkomandi øki, so sum heilsuvísind, náttúruvísind ella hagfrøði
- Hevur góðar førleikar at nýta hagtalsforrit, so sum R ella SPSS
- Hevur góðar førleikar í hagtalsgreining og dátuviðgerð
- Hevur góðar førleikar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og sum partur av bólki
- Hevur góðar førleikar at samskifta sannførandi bæði skrivliga og munnliga á enskum og føroyskum
Umsókn
Umsóknin skal innihalda:
- Upplýsingar um tína fakligu og yrkisligu bakgrund, royndir og motivatión fyri at søkja júst hetta starvið (umleið 1 síða)
- Avrit av próvskjølum
- CV og yvirlit yvir útgivnar greinar
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið og verkætlanina fáast við at venda sær til leiðaran á Heilsugranskingareindini, Mariu Skaalum Petersen, á marsk@ls.fo ella +298 216695.
Umsóknarfreistin er 2. august 2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv