Landssjúkrahúsið søkir eftir summarferiuavloysarum til Uttanlandstænastuna

Landssjúkrahúsið Útgivið mikudagur, 10. juni 2026
Umsóknarfreistin er : Støðugt

Landssjúkrahúsið søkir eftir summarferiuavloysarum til Uttanlandstænastuna. Vit søkja ein ella fleiri avloysarar, alt eftir hvussu nógv tey, sum søkja, kunnu arbeiða.

Arbeiðstíðin er í dagtímunum gerandisdagar. Starvsbyrjan er sum skjótast. Eftir summarfrítíðina kann møguleiki verða fyri tímaløntum avloysarastarvi.

Um Uttanlandstænastuna

Uttanlandstænastan samskipar viðgerð uttanlands fyri sjúklingar í Sjúkrahúsverkinum. Deildin hevur samband við sjúklingar, avvarðandi, kliniskar deildir og viðgerðarstøð uttanlands.

Arbeiðið er fjølbroytt og fevnir bæði um samskipan, fyrisiting, samskifti og ymiskar praktiskar uppgávur. Endamálið er at tryggja eina vælskipaða og góða sjúklingagongd við sjúklinginum í miðdeplinum.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar kunnu millum annað vera:

  • at hjálpa við samskipan, tá sjúklingar verða ávístir til viðgerð uttanlands
  • at samskifta við sjúklingar, avvarðandi og viðgerðarstøð
  • at hjálpa við fyrisitingarligum uppgávum og skráseting
  • at fylgja upp uppá sjúklingagongdir og avrokningar
  • at loysa aðrar uppgávur, sum hoyra til Uttanlandstænastuna

Tú verður upplærd/ur í uppgávunum, og vit syrgja fyri góðari innleiðslu.

Vit ynskja okkum, at tú

  • ert røkin, álítandi og dugir væl at samskifta
  • lærir skjótt og hevur hug at seta teg inn í nýggjar uppgávur
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini trívist í samstarvi við onnur
  • hevur góðan telduførleika
  • hevur áhuga fyri fyrisitingarligum arbeiði og fyri at hjálpa fólki

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá skrivstovu, fyrisiting, heilsuverki ella líknandi, men tað er ikki eitt krav.

Vit bjóða

  • góða innleiðslu og upplæring
  • eitt fjølbroytt summarstarv í dagtímunum gerandisdagar
  • eitt arbeiðsumhvørvi, har samstarv, opinleiki og trivnaður hava stóran týdning
  • møguleika at fáa innlit í eitt týdningarmikið øki í Sjúkrahúsverkinum

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ingvør Justinussen, deildarleiðara á Uttanlandstænastuni, á telefon +298 507672 ella við telduposti til ingju@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 24. juni 2026.

 

Vinaliga søk starvið her.

 

Um tann, sum verður settur, hevur starvast uttanfyri Føroyar, og/ella á arbeiðsplássi, har útbrot av MRSA hevur verið síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn viðkomandi byrjar í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Um Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita dygdargóðar heilsutænastur til borgarar í Føroyum.

Vit eru eitt fjølbroytt arbeiðspláss við út við 1.200 starvsfólkum innan umleið 30 ymiskar fakbólkar. Í Sjúkrahúsverkinum arbeiða vit eftir virðunum stev, áræði og flog.

Preia ein vinSíggj onnur størv