Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til kardiologisku starvsstovuna á G3 til setan 1. januar 2026 á brøki 0,8 við vikuskiftisvaktum á B8
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- At gera ekkokardiografi
- Avlesa holter
- Gera arbeiðs-EKG
- Taka EKG, BT og onnur virðir av sjúklingunum
- Assistera lækna við ymiskum sum t.d. TEE, at implantera loop recordara o.a.
Vit bjóða
- Innleiðslu og upplæring
- eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum og fjølbroyttum uppgávum
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- positivt tvørfakligt samstarv
Vit leggja dent á
- prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- royndir at starvast á hjarta ambulatorium
- fakligur áhugi innan økið
- áhuga í fakligari menning av starvsfólkum
- góð tvørfaklig samstarvsevni
- góðan telduførleika
- sjálvstøðugur, kreativur, hava visiónir
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin á Lakjuni, deildarleiðara á kardiologisku starvsstovuni tlf.304500 lok 6068
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi.
Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum
Umsóknarfreistin er 15. oktobur 2025
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv