Psykiatriski
Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum eldhugaðum starvsfólki til
dageindina í Barna- og ungdómspsykiatriini. Talan er um
eitt tíðaravmarkað starv á brøk 0,7 til setan frá 1. desembur 2026 til og við
31. juli 2027, ella eftir nærri avtalu.
Um Barna og
ungdómspsykiatriina á Psykiatriska deplinum
Barna- og ungdómspsykiatriin arbeiðir við útgreining og viðgerð av
menningarórógvi og psykiatriskum avbjóðingum hjá børnum og ungum upp til 18 ár.
- Virksemið er skipað í fýra eindir:
- Barnatoymi: børn til og við 11 ár
- Ungatoymi: ung frá 12 til 17 ár
- Viðgerðartoymi: fylgir børnum og ungum í
heiligvágsviðgerð fyri ADHD.
- Dageind: miljøterapeutiskt tilboð til børn, ung og
familjur
Vit eru 25 starvsfólk við ymiskum fakligum
førleikum, sum hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum.
Foreldur
og onnur avvarðandi eru ein virkin partur av viðgerðini. Tí er ráðgeving,
miðling av fakligari vitan og samskipan av samstarvinum kring barnið ella tann
unga ein týðandi partur av starvinum. Vit leggja dent
á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at
útgreining og viðgerð verður veitt við nærlagni og í tøttum samstarvi við
familjurnar.
Um
starvið á dageindini
Sum
miljøterapeutur á dageindini verður tú partur av einum tvørfakligum toymi og
hevur ein virknan leiklut í útgreining og viðgerð. Tú verður kontaktpersónur
hjá børnum og ungum, sum eru innløgd á dageindini, og hjá familjum teirra.
Ein
innlegging á dageindini kann fevna um bæði barna- og ungdómspsykiatriska
útgreining og viðgerð. Málbólkurin fevnir millum annað um børn og ung við
etingarólagi, depressión og øktum sjálvmorðsváða, psykosutrupulleikum og
funktionellum líðingum, umframt børn og ung, sum hava tørv á víðkaðari
útgreining og eygleiðing.
Arbeiðsuppgávurnar
fevna millum annað um miljøterapeutiskar eygleiðingar og viðgerð,
útgreiningaruppgávur, uppfylging og samskipan av sjúklingagongdum. Tú luttekur
eisini í netverksarbeiði og hevur tætt samstarv við foreldur, avvarðandi og
viðkomandi samstarvspartar.
Ein
týðandi partur av arbeiðinum er at skapa struktur, tryggleika og ein
meiningsfullan gerandisdag fyri børnini og tey ungu. Tí fevnir starvið eisini
um praktiskar og samskipandi uppgávur, eitt nú vikuætlanir, aktivitetir og
innkeyp.
Foreldur
og onnur avvarðandi eru ein virkin partur av viðgerðini. Tí er ráðgeving,
miðling av fakligari vitan og samskipan av samstarvinum kring barnið ella tann
unga ein týðandi partur av starvinum.
Vit vænta, at tú:
- hevur viðkomandi miðallanga
útbúgving innan heilsu ella námsfrøði, t.d. sum sjúkrarøktarfrøðingur,
námsfrøðingur, ergoterapeutur ella líknandi
- hevur áhuga fyri psykiatri og arbeiði
við børnum, ungum og familjum
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og
samstundis trívist í einum tvørfakligum samstarvi
- dugir at skapa struktur,
tryggleika og góðar relatiónir
- hevur góð samstarvs- og
samskiftisevni
- hevur royndir innan psykiatri
og/ella arbeiði við børnum og ungum - hetta er ein fyrimunur, men ikki ein
treyt
Harumframt ynskja vit umsøkjara:
- Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi
- Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til
arbeiðsuppgávurnar
- Við smidleika og arbeiðssemi
- Sum gevur sítt íkast til eitt jaligt arbeiðsumhvørvi og
møtir sínum starvsfeløgum við opinleika, hjálpsemi og virðing
- Sum er ábyrgdarfullur, og tekur ábyrgd av egnum
trivnaði og læring.
Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv, har tú gert ein týðandi mun fyri
børn, ung og teirra familjur
- Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum
toymi
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á yrkisføri og
menning
- Møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing,
supervisión og tvørfakligar konferansur
Lønar- og
setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Nærri
upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu
Kristinu N. Niclasen, funktiónsleiðara á Børn og Ung Psykiatri, á annnl@ls.fo ella hjá Eydnu Iversen Lindenskov,
depilsleiðara á Psykiatriska deplinum, á eydna.lindenskov@ls.fo. Eisini kann
ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.
Vísandi til
løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið
skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsóknarfreistin er 03.11.2026
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv