Starvsfólk til Køkin á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 7. november 2025
Umsóknarfreistin er sunnudagur, 23. november 2025

Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum starvsfólki til eitt spennandi starv við arbeiðsuppgávum í bæði køkinum og í borðreiðingartoyminum. Starvsbyrjan er 1. januar 2026 ella eftir avtalu.

Um starvið

Starvið er eitt fast fulltíðarstarv, har tú hevur 8 tíma vaktir, og møtt verður kl 7.30 ella kl 8.00 gerandisdagar. Møguleiki kann verða fyri niðursettum brøki.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Tú verður partur av starvsfólkahópinum í køkinum, sum framleiðir mat og stendur fyri reinførinum har. 

Í borðreiðingartoyminum fert tú at vera máltíðarvertur á sjúklingadeildunum. Har ert tú bindiliðið millum køkin og sjúklingadeildirnar, og stendur fyri upplæring/undirvísing av øðrum starvsfólkum í borðreiðingartoyminum. 

Partur av arbeiðinum er eisini at samskifta við sjúklingadeildirnar, gera kunnandi tilfar, skipa fyri undirvísing í kostformun, dietum og reinføri. Tú fert somuleiðis at gera brúkarakanningar og kanningar um matspill v.m. 

Køkurin á Landssjúkrahúsinum brúkar KT skipanirnar Master Catering System og E-smiley. Upplæring verður við starvsbyrjan.

Førleikakrøv: 

  • lokið útbúgving sum bachelor-, professionsbachelor í føðslu og heilsu ella aðra líknandi kostfakliga útbúgving
  • tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum og donskum
  • tú hevur hollan kt-førleika

Persónligir eginleikar:

  • tú ert álítandi og røkin
  • tú dugir væl at skipa arbeiðið og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
  • tú kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum

Vit bjóða:

Køkurin á Landssjúkrahúsinum ger mat til sjúklingar, og vit leggja dent á, at gera góðan føðslurættan mat, tí vit eru sannførd um, at góður matur hevur alstóran týdning fyri okkara sjúklingar. Eisini gera vit mat til Skálan, Kafeina og Matarhøllina, har starvsfólk og vitjandi á Landssjúkrahúsinum eru dagligir gestir.

Í starvinum kunnu vit bjóða:

  • ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag saman við góðum starvsfelagum
  • ávirkan á menningina av tænastum hjá køkinum
  • felags innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum

Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í Høvuðskøkinum, á telefon 234520 ella skriva til  gudna@ls.fo

Umsóknarfreistin er 23. november 2025.

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv