Toymisleiðara til Børn og Ung psykiatri

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 6. februar 2026
Umsóknarfreistin er sunnudagur, 22. februar 2026

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir við hesum eftir einum toymisleiðara, við sálarfrøðiligari bakgrund, til Børn og Ung Psykiatri. Starvið sum toymisleiðari er í høvuðsheitum knýtt at dageindini, við fokus á menning og rakstur. Talan er um eitt fast starv á brøk 1,0, til setan 1. Mars 2026 ella eftir nærri avtalu. 

Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

 

Um Børn og Ung Psykiatri
Børn og Ung psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár.

25 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn og Ung Psykiatri og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at útgreiningar og viðgerð verða veittar við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

 

Virksemið á Børn og Ung Psykiatri er skipað í fýra ambulantar eindir:

  • Barnatoymi: børn til og við 11 ár 
  • Ungatoymi: ung frá 12 til 17 ár 
  • Viðgerðartoymi: fylgir børnum og ungum í heiligvágsviðgerð fyri ADHD. 
  • Dageindin: eitt miljøterapeutisk tilboð til børn og ung ið hava tørv á daginnlegging.

 

Sum toymisleiðari í dageindini hevur tú, umframt sálarfrøðiligar útgreiningar- og viðgerðaruppgávur, ta dagligu klinisku ábyrgdina: Tú skipar og leiðir dagliga arbeiðið í toyminum og hevur ábyrgd av fyrireiking og rakstri í gerandisdegnum.

Tú arbeiðir við framhaldandi menning av virkseminum og fakliga umhvørvinum og tryggjar, í tøttum samstarvi við funktiónsleiðsluna, at tær klinisku uppgávurnar verða loystar.

Toymisleiðarin vísir til funktiónsleiðsluna í Børn og Ung psykiatri.

 

 

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:

  • At leggja sálarfrøðiliga- og miljøterapeutiska útgreining og viðgerð tilrættis, umframt at fylgja viðgerðargongdunum
  • Sálarfrøðiligar kanningar og viðgerð
  • At vegleiða og supervisera starvsfólk í mun til kanningar og viðgerð av børnum, ungum og teirra familjum
  • At samskipa, menna og leggja virksemi á dageindini til rættis, m.a. í mun til fundarvirksemi, samstarvsfundir og annað, soleiðis at tilfeingið verður gagnnýtt á besta hátt

 

  • At skipa og menna viðgerðartilboðið í dageindini, og tryggja, at hesi eru í tráð við gransking og nýggjastu vitan.

 

  • Framhaldandi menning av virkseminum og fakliga umhvørvinum

 

  • At vera við til at menna barna- og ungdómspsykiatriina í Familjudeplinum saman við funktiónsleiðsluni. 

 

Arbeiðsuppgávurnar innibera nógv samstarv við foreldur og onnur avvarðandi, umframt aðrar stovnar og myndugleikar. Samskipan av hesum samstarvi, er ein týðandi partur av arbeiðnum. 

 

Førleikakrøv:

  • Sálarfrøðingur við autorisatión
  • Arbeiðsroyndir innan útgreining og viðgerð av børnum, ungum og familjum 
  • Arbeiðsroyndir við innløgdum/daginnløgdum børnum og ungum og/ella royndir við miljøterapi er ein fyrimunur.

 

Vit ynskja umsøkjara:

  • Sum er fyrikomandi, álitisvekjandi og ábyrgdarfull/ur.
  • Við góðum skipanarevnum og førleikum til at leggja arbeiðsuppgávur sjálvstøðugt til rættis.
  • Við áhuga fyri toymisleiðslu ella líknandi virki.
  • Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar.
  • Við smidleika og arbeiðssemi.
  • Við góðum samstarvseginleikum og áhuga í at samstarva interprofessionelt.
  • Við góðum førleikum at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga til fakfólk og almenningin, einstaklingar sum bólkar.
  • Sum ynskir at virka fyri menning og trivnaði í dageindini og í barna- og ungdómspsykiatriini sum heild.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við møguleika fyri ávirkan og menning, bæði fakliga og innan leiðslu
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi 
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, har dentur verður lagdur á yrkisføri og menning
  • Møgulleikar fyri førleikamenning umvegis m.a. undirvísing, supervisión og tvørfakligum konferansum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Kristinu Norðberg Niclasen, sersjúkrarøktarfrøðingur í psykiatri og funktiónsleiðari á Børn og Ung Psykiatri, á annnl@ls.fo

Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.

Umsóknarfreistin er 22 februar 2026

Setanarsamrøður vantast at verða í viku 9, 2026 

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður.

Vinarliga søk starvið her. 

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Preia ein vinSíggj onnur størv