Heilsurøktarar til summarfrítíðarstørv á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið Útgivið fríggjadagur, 14. mars 2025
Umsóknarfreistin er mikudagur, 16. apríl 2025

Søkt verður eftir heilsurøktarum til fulltíðar og parttíðar frítíðaravloysarastørv í skiftandi vaktum, til Psykiatrisku innleggingardeildina P40, á Landssjúkrahúsinum, í tíðarskeiðinum 01.07.2025 til og við 30.09.2025.


Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Røkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deplinum
  • At arbeiða við rehabilitering - at skapa fyritreytir fyri heilsubót hjá sjúklinginum
  • At skapa góðar relatiónir til sjúklingarnar
  • At observera sjúkueyðkenni
  • At virka fyri, at sjúklingurin fær ment førleikar til eginumsorgan í dagligdegnum
  • At viðvirka til at avvarðandi verða partur í viðgerðini


Førleikar:

  • Tú hevur prógv, sum heilsurøktari
  • Ert ágrýtin við dirvi, góðum samstarvsevnum og fleksibiliteti.
  • Hevur fakligan áhuga innan psykiatri
  • Hevur evni til skjótt at skapa tær yvirlit
  • Eitt opið og jaligt sinni

 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at seta seg í samband við Lisbeth Jacobsen, funktiónsleiðara, tlf. 304500, lokal 4444 ella t-post lisja@ls.fo ella Eydnu I. Lindenskov, depilsleiðara, tlf. 304500, lokal 4102, ella t-post eydna.lindenskov@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 16.04.2025.
 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.     

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Preia ein vinSíggj onnur størv