Gerst
partur av okkara toymi
Ert tú
læknaskrivari, ella hevur tú royndir innan skrivstovu- og fyrisitingararbeiði,
og tørvar tær nýggjar avbjóðingar og luftskifti? So hevur tú nú møguleikan at
gerast partur av okkara toymi.
Okkara
lítla, men dugnaliga og framfýsna skrivaratoymi á Psykiatriska deplinum søkir
ein nýggjan toymislim til eitt tíðaravmarkað starv í 12 mánaðir. Starvið er við
setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Hevur
tú hug at arbeiða fulla tíð, so ber tað væl til. Hevur tú hug at arbeiða
niðursetta arbeiðstíð, finna vit eisini út av tí. Vit leggja dent á at finna
eina loysn, sum hóskar bæði starvsfólkinum og arbeiðsplássinum.
Um
starvið
Uppgávurnar
hjá skrivaratoyminum eru sera fjølbroyttar, og vit leggja dent á, at alt okkara
arbeiði verður væl úr hondum greitt. Tí er umráðandi, at tú arbeiðir skipað,
tekur ábyrgd og hevur góðan fakligan førleika.
Um teg
Tú hevur útbúgving sum læknaskrivari ella innan skrivstovu-
og fyrisiting. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við skrivstovu- og
fyrisitingararbeiði, men vit leggja eisini stóran dent á tínar persónligu
førleikar og tín hugburð. Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni og trívist í
samstarvi við ymiskar fakbólkar. Eisini megnar tú at laga teg til fjølbroyttar
og skiftandi arbeiðsuppgávur, arbeiðir skipað og tekur ábyrgd fyri tínum
arbeiði.
Vit
bjóða
Við bjóða tær eitt arbeiðspláss, har tú hevur góðar
møguleikar at ávirka arbeiðsgongdir og uppgávuloysnir. Hjá okkum leggja vit
dent á virðing, gott samstarv og ymiskleikan okkara millum.
Harumframt eru møguleikar fyri fakligari menning, og vit
leggja stóran dent á trivnað og góðan arbeiðsfelagsskap.
Lønar-
og setanartreytir
Starvið
er tíðaravmarkað og verður sett fyri eitt tíðarskeið á 12 mánaðir.
Lønar-
og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og
Fíggjarmálaráðið.
Meira
at vita?
Tú ert
altíð vælkomin at venda tær til okkara fyri at frætta nærri um starvið,
arbeiðsuppgávurnar ella arbeiðsplássið. Leiðandi læknaskrivari, Maria í Túni,
svarar tær fegin á telefon 30 45 00, lokal 4110, ella á telduposti mari@ls.fo.
Umsókn
Umsóknarfreistin
er 22.09.2026.
Vinarliga
søk starvið her.
Her kanst
tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið
fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og
Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar
heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit
eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í
Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og
starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð
við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið
er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara
kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum
starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv