Deildarleiðari til Intensivu deild, G1

Landssjúkrahúsið Útgivið týsdagur, 15. oktober 2024
Umsóknarfreistin er týsdagur, 29. oktober 2024

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir deildarleiðara til G1 at byrja 01.12.2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv. 

Um deildina
G1 er partur av Bráðdeplinum og umfatar intensivu deild, viðrakning, skaðastovu/bráðmóttøku og læknavaktina. Deildin tekur ímóti øllum sjúklingum, ið hava tørv á intensivari viðgerð og røkt. Viðrakning eftir skurðviðgerðir v.m. er somuleiðis partur av deildini. Saman við anæstesideildini stendur intensiva deild harumframt fyri flutningi av intensivum sjúklingum frá Landssjúkrahúsinum til útlandið.


Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At hava fakliga, fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd av dagligu leiðsluni á deildini
  • At tryggja góðskuna av sjúkrarøktini og starvsfólkamenningini
  • At tryggja at deildin virkar eftir virðisgrundarlagnum hjá Sjúkrahúsverkinum
  • At virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi
  • At hava neyvt samstarv við fleiri ymiskar fakbólkar og deildir


Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir og serútbúgving innan intensiva sjúkrarøkt
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Góðan telduførleika
  • Ynskiligt er at tú hevur royndir innan leiðslu
     

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Eitt dynamiskt og fjøllbroytt arbeiðsumhvørvi
  • Jaligt tvørfakligt samstarv
  • Ávirkan á fakliga menning
  • Leiðsluútbúgving
     

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin Jensen, deplisleiðara á Bráðdeplinum, tlf. 304500 lokal 5703, t-post elije@ls.fo ella Jonleyg Fossbrúgv, depilsleiðara á Bráðdeplinum, tlf. 304500 lokal 5811, t-post jonf@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 29.10.2024.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv