Dátuábyrgdari
Landssjúkrahúsið
Dátuviðgeri
Garuda
Voldbjergvej 14, 2.sal
8240 Risskov
Um viðgerðina av upplýsingum tínum:
Tá ið tú skrásetir teg her, viðgera vit hesar upplýsingar hjá tær: navn, teldupostadressu, telefonnummar, kyn, lívrensl (CV), umsókn og onnur skjøl, sum tú sendir inn.
Vit savna og viðgera eisini møguligar aðrar upplýsingar um arbeiðsevni tíni frá referansum og sosialum miðlum við tí fyri eyga at meta um førleikar tínar og royndir í mun til starvið, tú søkir. Út frá hesum upplýsingum gera vit ein profil, sum vit goyma í 6 mánaðir.
Endamálið við hesi viðgerð av persónsupplýsingum tínum er at meta um førleikar tínar í mun til starvið, tú hevur søkt og møguliga eisini til komandi størv.
Vit kunnu brúka upplýsingar tínar frá hesum spurnablaði í eini sjálvvirkandi viðgerð, herundir í profilering. Slík sjálvvirkandi viðgerð brúkar saklig atlit til at finna fram til tey skrásettu, sum hava teir neyðugu førleikarnar til starvið.
Viðgerðin byggir á samtykki títt.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Tá skalt tú seta teg í samband við dátuábyrgdaran, so verða upplýsingarnar strikaðar.
6 mánaðir eftir at tú hevur skrásett teg, verða upplýsingar tínar sjálvvirkandi strikaðar.
Tað er sjálvboðið at svara spurningunum, men um tú ikki gert tað, kunnu vit ikki gera eina nøktandi meting av førleikum tínum.