Læknaskrivari/skrivari til Eygnadeildina á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið 

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir einum læknaskrivara/skrivara til Eygnadeildina. Talan er um farloyvistarv á brøki 0,9 at byrja 1. apríl 2026 ella eftir avtalu.

Eygnadeildin virkar undir Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum og á deildini starvast 3 eygnalæknar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar og 3 skrivarar.

Vit leggja dent á gott samstarv og hugna í tí dagliga.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Móttøka og skráseting av sjúklingum
  • Samskifti við sjúklingar og onnur
  • Avgreiðsla av teldupostum, bóka tíðir og annað
  • Skriva journalir
  • Tætt samstarv við hinar fakbólkarnar á deildini

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Mirsk, Outlook og Word.

Førleikar

  • Viðkomandi útbúgving, so sum læknaskrivari, skrivstovufólk ella líknandi
  • Arbeiðir á ein skipaðan hátt og hevur gott yvirlit
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevni
  • Hevur góðan málsligan førleika
  • Hevur góðan telduførleika
  • Royndir innan økið er ein fyrimunur

Vit kunnu bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin Vitalis, depilsleiðara, tlf. 234523 ella teldupost elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 2. februar 2026.

.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.


Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  
 

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv

Publishedmánadagur, 19. januar 2026

Application deadlinemánadagur, 2. februar 2026

ContactStarvsfólkadeildinhr@ls.fo+298 304599, lok 1097

Workplace addressNot specified