Landssjúkrahúsið søkir eftir starvsfólki til húsavarðatænastuna

Landssjúkrahúsið Útgivið mánadagur, 16. november 2026
Umsóknarfreistin er mánadagur, 30. november 2026

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum starvsfólki til okkara húsavarðartænastu. Talan er um eitt tímalønt starv til setan 01.01.2027 ella so skjótt sum gjørligt.  


Um starvið

Vit bjóða eitt starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum og hjálpsomum starvsfeløgum. Tú verður partur av einum toymi, har samstarv, ábyrgd og tænastusinni hava stóran týdning.

Vit røkja ymiskar praktiskar uppgávur og flutningstænastur, sum eru við til at tryggja, at dagliga arbeiðið á Landssjúkrahúsinum gongur væl. Neyðug upplæring verður givin við starvsbyrjan.

 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Arbeiðið er fjølbroytt og fevnir um bæði innan- og uttandura uppgávur.

Høvuðsuppgávurnar eru:

  • Innanhýsis flutningur av vognum og útgerð fyri køkin og vaskaríið
  • Vøruflutningur, sum t.d. vørukoyring fyri felagsgoymsluna
  • Innsavnan og flutningur av burturkasti
  • Annað fyrifallandi arbeiði eftir tørvi

 

Arbeiðstíð

Húsavarðatænastan er virkin allar dagar í árinum, eisini um vikuskifti og halgidagar. Arbeiðið er tí skipað í skiftandi vaktum. Arbeitt verður áleið 40 tímar um vikuna, og roknað verður við, at tú arbeiðir umleið fjórða hvørt vikuskifti.

 

Vaktirnar eru vanliga hesar:

  • Dagvakt: kl. 07.00-15.00 ella kl. 08.00-15.00
  • Seinnapartsvakt: kl. 10.00-18.00
  • Vikuskiftisvakt og halgidagar: kl. 07.00-18.00

 

Vit vænta, at tú:

  • Ert álítandi, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og til reiðar til at taka tær av ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Ert kropsliga væl fyri, tí arbeiðið kann vera kropsliga krevjandi og kann fevna um tung lyft og flutning

 

Koyrikort til persónbil (B) er ein treyt. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur koyrikort til viðfestivogn (BE).

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðarafelag. Í løtuni er starvið tímalønt. 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heimir Ottósson, deildarleiðara fyri Tænastudeildina, gerandisdagar millum kl. 08.00 og 15.00. Telefon: 304570 ella á teldupost: heimir.ottosson@ls.fo

Umsóknarfreistin er 30.11.2026.

Preia ein vinSíggj onnur størv