Landssjúkrahúsið søkir eftir starvsfólkum til sjúkrahúsreingerð

Landssjúkrahúsið 

Landssjúkrahúsið søkir eftir starvsfólkum til sjúkrahúsreingerð

 

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum til reingerð á deild, at byrja skjótast gjørligt. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið við starvsbyrjan.

 

Um størvini

Talan er um størv, har arbeiðið í høvuðsheitum er reingerð av m.a sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum, goymsluhølum og øðrum økjum á Landssjúkrahúsinum. 

Vinarliga viðmerk í tínari umsókn, hvat starv tú søkir.

 

  • Starv á intensiveri deild/skaðastovuni. Arbeitt verður í dagvaktum og 2. hvørt vikuskifti. Allar vaktir eru frá kl 7.00 til 15.00. Tímatalið er umleið 28 tímar um vikuna.

 

  • Starv á medisinskari songjardeild. Umframt høvuðsuppgávuna innan reingerð, so ert tú eisini partur av borðreiða máltíðir til sjúklingar. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, dag, kvøld og 3. hvørt vikuskifti. Tímatalið er umleið 30 tímar um vikuna

 

  • Starv á kirurgiskari songjardeild. Umframt høvuðsuppgávuna innan reingerð, so ert tú eisini partur av borðreiða máltíðir til sjúklingar. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, dag, kvøld og 2. hvørt vikuskifti. Tímatalið er umleið 30 tímar um vikuna.

 

Vaktirnar á songjardeild, eru skipaðar soleiðis:

Skiftisvís (kl. 08 - 15) og (kl. 08 - 15 + kl. 17 - 19)

Dagligt samskifti er við sjúklingar og starvsfólk, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Vit vænta, at umsøkjarar:

  • Hava góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Tola broytingar í arbeiðinum og arbeiðstíðum

 

Umsøkjarar skulu vera fyltir 18 ár, og royndir innan reingerð, kann vera ein fyrimunur.

 

Upplýsingar

Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja til tlf. 304614 gerandisdagar millum  kl 8-14, ella skriva til Súsannu Nolsøe, teldupost susanna.nolsoe@ls.fo

Lønar- og setanartreytir: Setanarstaðið er Tænastudepilin/Tænastudeildin. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 1. februar 2026. 

Vinarliga søk starvið her

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.


Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv

Publishedfríggjadagur, 16. januar 2026

Application deadlinesunnudagur, 1. februar 2026

ContactStarvsfólkadeildinhr@ls.fo+298 304599, lok 1097

Workplace addressNot specified