Ergo- og Fysioterapideildin á Landssjúkahúsinum hevur tvey barsilsfarloyvistørv til fysioterapeutar leys at søkja:
Bæði eru farloyvisstørv frá 01.07.26 - 30.06.27 í starvsbrøki 0,875 (35 tímar) ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávur eru í høvuðsheitum í medisinska toyminum, at hava venjingar í heitvatnshyli, umframt hjálpa til á skurðøkinum. Harumframt verða partur gyn/obs økinum, um viðkomandi hevur útbúgving innan økið.
Medisinska toymið
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja medisinskar sjúklingar. Tað kann verða innan hjarta- og lungnasjúku, gikt, krabba, diabetes/endokrinologi og neurologiskar sjúkur. Harumframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.
Í medisinska toyminum eru 9 fysioterapeutar, sum arbeiða á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar.
Skurðtoymið
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja skurð sjúklingar. Harumframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.
Í skurð toyminum eru 4 fysioterapeutar, sum arbeiða á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar.
Heitvatnshylur
Skipa og venja við sjúklingum í heitvatnshyli. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar.
Gyn / obs
Gera kanningar, viðgerðir og venjingar. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar.
Um Ergo- og Fysioterapideildina
28 starvsfólk úr 5 ymsum fakbólkum eru á deildini, sum virkar tvørgangandi við uppgávum á øllum deplum, harav 17 eru fysioterapeutar. Arbeitt verður evidensbaserað við støði í nýggjastu vitan.
Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur.
Arbeiðstíðin er millum 8:00 og 16:00. Væntað verður, at tú er partur av vaktarskipan, har ein fysioterapeutur er á vakt í vikuskiftum og halgidagar 8:00 - 16:00.
Krav:
- Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur.
Dentur verður lagdur á:
- At tú hevur viðkomandi fakligar royndir innan øki.
- At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum.
- At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum.
- At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga.
- At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
- At tú megnar at samstarva við ymsar fakbólkar.
- At tú fylgir við nýggjast menning á økinum.
Vit bjóða:
Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størsta arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og fylgja væl við nýggjastu gransking innan økið.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 24.03.2026
Prógv skal havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv