Sjúkraføktarfrøðingar til Skurðseingjadeildina G4/H2 á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið Útgivið týsdagur, 20. oktober 2026
Umsóknarfreistin er týsdagur, 3. november 2026

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir trimum sjúkrarøktarfrøðingum til seingjadeildina G4/H2. Talan er um tvey barnsburðarfarloyvisstørv á brøki 0,8 í skiftandi vaktum. Barnsburðarfarloyvisstørvinum eru við setan frá 15. november 2026 til og við 31. august 2027 og hitt er við setan frá 15. november 2026 til og við 30. november 2027. Harumframt er eitt farloyvisstarv á brøki 0,8 í tíðarskeiðnum 15. november 2026 til og við 31. mars 2029.

Deildin er ein kirurgisk seingjadeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynækologi, ONH og eygnasjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Eisini umfatar virksemið Dagskurð.

Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2 á Skurðdeplinum.

Førleikar

  • tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • tú hevur dirvið, góð samstarvsevni og ert fleksibul
  • tú hevur fakligan áhuga innan økini
  • tú hevur eitt opið og jaligt sinni
  • tú hevur góðan telduførleika.

Vit kunnu bjóða

  • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • upplæring á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mariu Matras Thorkildshøj deildarleiðara, tlf. 304599, lokal 5064 ella t-post marmt@ls.fo, ella til Guðruna Setberg Lindenskov, depilsleiðara, tlf. 304599, lokal 5102 ella t-post gudli@fo.

Umsóknarfreistin er tann 3. november 2026.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Preia ein vinSíggj onnur størv