Vilt tú standa á odda fyri leiðslu, fyrisiting, samskifti og menning í einum skundmiklum kliniskum arbeiðsumhvørvi?
Skurðdepilin søkir eftir dugnaligum og virkisfúsnum depilsleiðara við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund til setan 1. mars 2026 ella eftir avtalu. Talan er um eitt fulltíðar starv.
Vit sóknast eftir einum eldhugaðum og álitisvekjandi leiðara, sum er málsøkin og hevur áræði til, saman við leiðandi yvirlækna, at standa á odda í arbeiðinum at leiða og menna depilin. Tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni til at samstava í eini toymisleiðslu, har loyalitetur og opinleiki stuðla undir avgerðum, ið verða tiknar. Tú ert fyrikomandi, dugir væl at skapa relatiónir tvørur um deildir og brennur fyri trivnaði, menning og motivatión hjá starvsfólkum - bæði sum einstaklingar og sum toymi.
Starvið er spennandi og avbjóðandi, við stórum denti á fakligt støði og umsorgan fyri sjúklinginum. Skurðdepilin fevnir um fleiri serøkið, m.a. ortopedi, parenkym og urologi, oto- rhino og laryngologi, oftalmologi og odontolgi. Økini umfata kanningar, diagnostiseringar, viðgerð, røkt og rehabilitering.
Deildirnar á Skurðdeplinum eru: skurðseingjadeild, skurðambulatoriið við dagskurð, Skurðgongin/Endoskopi/Sterilsentralurin, ONH/Oyrnaklinikk, Eygnadeild, Tannlæknaeind, Læknaskrivaraeind, yvirlæknar og hjálparlæknar.
Ábyrgdarøki
Depilsleiðarin við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund og depilsleiðarin við læknafakligari bakgrund mynda í felag leiðsluna á Skurðdeplinum. Tey hava tætt samstarv og avloysa hvønn annan, tá annar teirra er burtur. Depilsleiðararnir hava, í tráð við strategiina hjá Sjúkrahúsverkinum, ábyrgdina av starvsfólkaleiðslu og eru stigtakarar til menning og útbúgving av øllum starvsfólkabólkum á deplinum.
Depilsleiðslan skal leggja til rættis, samskipa og optimera virksemið og tilfeingisnýtsluna, so at veitt verður ein so munadygg tænasta til sjúkling og avvarðandi sum gjørligt innan givnar karmar.
Depilsleiðslan gerst partum av einum virkisfúsnum leiðarabólki og hevur tætt samstarv við sjúkrahússtjórnina og aðrar depilsleiðslur og stápar á Landssjúkrahúsinum.
Vit vænta:
- at tú hugsar strategiskt, torir at royna nýggjar mannagongdir og kanst verða við til at menna avrik á deplinum
- at tú klárar at seta eina greiða kós, sum samsvarar við yvirskipaðu málini fyri Skurðdepilin
- at tú kanst standa á odda fyri, skipa og menna uppgávur á ein greiðan og sjónligan hátt
- at tú ert málsliga væl fyri.
Tað er týdningarmikið, at tú megnar at síggja loysnir, sum fata um fleiri fakøkir. Tú verður partur av einum depli, við fjøltáttaðum fakkunnleika og uppgávum. Tí er neyðugt, at tú dugir at samskifta og samstarva við fólk, sum hava ymisk sjónarmið og ymiskar royndir.
Nakrar av tínum høvuðusuppgávum verða at:
- seta mál, optimera og tillaga tænastur til framtíðar tørv og krøv
- at tryggja karmar fyri dagliga raksturin og at kunna meta um býtið av tilfeinginum í serstøkum og akuttum støðum
- at verða skynsamur og ábyrgdarfullur leiðari við atliti til starvsfólkatrivnað, røkt og menning
- at fremja og stimbra tvørfakligt samstarv og samskifti, bæði innan- og uttanhýsis
- at góðskutryggja og menna virksemið
- at virka misavnandi fyri alt økið
- at verða fíggjarliga tilvitað/ur og at tryggja skynsama nýtslu av játtanini.
Vit leggja dent á:
- prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- royndir innan leiðslu og fyrisiting
- royndir frá sjálvstøðugum arbeiði við skiftandi uppgávum
- góð leiðslu- og tvørfaklig samstarvsevni
- framskygni við hugflogi
- stigtakara innan fakliga og organisatoriska menning
- evni at raðfesta og skipa arbeiðið
- góð analytisk evni
- góðar førleikar at samskifta.
Vit bjóða:
- felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum
- eitt fjølbroytt starv, har tú fært ávirkan og ábyrgd av menningini á deplinum
- samstarv við leiðarar og starvsfólk á deplinum
- eitt gott og tvørfakligt arbeiðsumhvørvi.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Per Busk, virk. Sjúkrahússtjóra, á tlf. 234545 ella t-post perbu@ls.fo ella Gunnvá Guttesen, varastjóra, á tlf. 234570 ella t-post gungu@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 9. februar 2026.
Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttanfyri Norðurlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv