Ergo- og Fysioterapideildin á Landssjúkahúsinum søkir eftir fysioterapeuti til skurðtoymið. Talan er um eitt fast starv frá 01.09.25 í starvsbrøki 0,75 (30 tímar) ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja skurð sjúklingar. Harumframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.
Í skurð toyminum eru 4 fysioterapeutar, sum arbeiða á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar.
Størsti parturin av arbeiðsuppgávunum er við innløgdum sjúklingum á skurð seingarjdeildunum G4 og H2. Á deildunum finnast hesar sergreinar: ortopædi, gynækologi, parenkym, urologi, mammakirurgi, oyrna-næsa-háls, eyga og tannaviðgerðir. Fysioterapeutar arbeiða bæði við sjúklingum sum eru bráðfengis og planlagt innlagdir til ymiskar skurðviðgerðir m.a. knø, mjadnar, rygg, maga- tarm skurðviðgerð. Onnur eru innløgd til pínuviðgerð.
Um Ergo- og Fysioterapideildina
28 starvsfólk úr 5 ymsum fakbólkum eru á deildini, sum virkar tvørgangandi við uppgávum á øllum deplum, harav 17 eru fysioterapeutar. Arbeitt verður evidensbaserað við støði í nýggjastu gransking.
Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur.
Arbeiðstíðin er millum 8:00 og 16:00. Væntað verður, at tú er partur av vaktarskipan, har ein fysioterapeutur er á vakt í vikuskiftum og halgidagar 8:00 - 16:00.
Krav:
· Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur.
Dentur verður lagdur á:
· At tú hevur viðkomandi fakligar royndir innan øki.
· At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum.
· At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum.
· At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga.
· At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
· At tú megnar at samstarva við ymsar fakbólkar.
. At tú fylgir við nýggjast menning á økinum.
Vit bjóða:
Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størsta arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og fylgja væl við nýggjastu gransking innan økið.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 30.07.2025
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni "Um okkum".
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv