Læknaskrivari til Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið 

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum læknaskrivara. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv við setan 1. desember 2025, ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um samskifti við sjúklingar og avvarðandi, bæði gjøgnum telefon og teldupost, samskipan av virkseminum í ambulatoriinum og operatiónsgongini, skriving, visitering, umframt kvøldvaktir á Skaðastovuni.

Læknaskrivararnir á Skurðdeplinum arbeiða við serøkjunum Oyrna-Næsa-Háls, Hoyriklinikkin, Tannlæknastova, Eygnadeild, Ortopædkirurgi, Parenkymkirurgi, Urologi og Mammakirurgi og Skaðastovuarbeiði.

Skipanir, ið verða nýttar, eru millum annað Cosmic, Mirsk, Outlook, Office pakkin ogTrio.

Førleikakrøv

  • Útbúgvin læknaskrivari
  • Góð samstarvsevnir
  • Royndir innan Cosmic, Mirsk, Office ella líknandi telduskipanir er ein fyrimunur
  • Góðan telduførleika
  • Dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum, bæði skrivligt og munnligt

Starvið krevur

  • At tú ynskir at arbeiða við uppgávunum, sum ein læknaskrivari situr við til dagligt. Hetta snýr seg m.a. um telefonsamskifti og skrivilgt samskifti við sjúkling og aðrar stovnar og sergreinir
  • At tú er tænastusinnað/ur
  • At tú trívist við ábyrgdini av, at verða lyklapersónurin í samskipan av sjúklingagongdum
  • At tú trívist við toymissamstarvi
  • At tú ert samstarvssinnað/ur og áhugað/ur í tvørfakligum samstarvi
  • At tú ert jalig/ur av lyndi, og tekur væl ímóti nýggjum tiltøkum
  • At tú dugir væl at samskifta bæði við starvsfelagar, samstarvsfelagar og sjúklingar
  • At tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, arbeiðsøkir og dugir at skapa yvirlit
  • At tú trívist í einum skundmiklum gerandisdegi
  • At tú klárar at halda skil nógvum ymiskum uppgávum í senn

Vit kunnu bjóða

  • Góðar starvsfelagar og gott samanhald
  • Eitt áhugavert arbeiðsøki í støðugari menning
  • Tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktafrøðingar, fysioterapeutar o.o.
  • Møguleika at luttaka í teimum menningartiltøkum, sum verða skipað av og fyri skurðdepilin.

Vit samstarva í toymum, og raðfesta høgt at samansetingin av starvsfólki, so at samstarvið og trivnaðurin í toyminum riggar væl.

Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv, bæði innan- og uttanlanda, og vænta vit av starvsfólkum okkara, at tey er við til at menna hetta, harumframt arbeiða vit við einari jaligari tilgongd bæði til arbeiðið og hvønn annan, og hetta ynskja vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.


Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin Vitalis, depilsleiðara, á tlf. 304500

 

Umsóknarfreistin er tann 22.10.2025

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum."

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv

Publishedmikudagur, 8. oktober 2025

Application deadlinemikudagur, 22. oktober 2025

ContactStarvsfólkadeildinhr@ls.fo+298 304599, lok 1097

Workplace addressNot specified