Sjúkrahúsverkið hevur fingið til uppgávu at útvega, menna og verkseta eina nýggja talgilda heilsuskipan, sum skal stuðla undir skjalfesting av teimum klinisku, røktarfakligu og umsitingarligu mannagongdunum í Føroyska heilsuverkinum.
Í hesum sambandi leita vit eftir einum skipaðum og eldhugaðum programmsamskipara í tíðaravmarkað starv, sum skal stuðla undir arbeiðinum at verkseta nýggju heilsuskipanina. Tú fert at hava ein serstakan og týðandi leiklut í, at menningin og verksetingin av nýggju heilsuskupanini fer at ganga væl og effektivt. Samstundis er hetta eitt nýstovnað starv, sum tú kanst vera við til at mynda. Stavsbyrjan er 1. februar 2025.
Eitt sindur um verkætlanina: Bygnaðurin í verkætlanini er skipaður í eina programmleiðslu við einum yvirskipaðum programmstýrisbólki. Afturat programmleiðsluni verður knýtt ein programmskrivstova, umframt tilvísingarbólkar, strategibólkur ráðgevar og áhugabólkar. Verkætlanin verður býtt í sokallaði verkætlanarspor, sum síðani verða leidd av verkætlanarleiðarum og øðrum, har fyrsti partur er innkeypsfasan, herundir kravfesting, útboð, val av veitara og loysn.
Uppgávurnar hjá programmskrivstovuni, ið tú kemur at vera ein partur av, fevna millum annað um fylgjandi:
- Fundarinnkallingar og fundarfrágreiðingar
- Fíggjarlig uppfylgjan
- Stuðul til verkætlanarleiðarar viðv. rapportering av evnum og ymiskum váðum í programminum
- Framleiðing og dagføring av tíðætlanum og øðrum tilfari
- Skráseting, samskipan og viðlíkahald av tiltøkum, uppgávum og arbeiði í programm- og verkætlanaramboðum
- Skrivstovufyrisiting og samskipan fyri alt programmið
- Samskipan av innanhýsis og uttanhýsis samskifti.
Programmskrivstovan hevur harafturat operativa ábyrgd fyri at útvega serkunnleika innan til dømis løgfrøði, sáttmálasamráðing, KT arkitektar, prosessráðgevar og aðrar ráðgevar við fleiri.
Tíni ábyrgdarøkir og uppgávur verða tískil at:
- Stuðla programmleiðslu og verkætlanarleiðarum við at leggja ætlanir, samskipa og fylgja upp í sambandi við ymiskt virksemi, ið hevur við programmið at gera
- Framleiða og viðlíkahalda tíðarætlanir og frágreiðingar
- Samskipa fundir og verkstovur sum t.d. at fyrireika dagsskráir og skriva fundarfrágreiðingar
- Tryggja eitt virkið og gott samskifti og upplýsingardeiling millum programmið, verkætlanartoymini, tilvísinga- og arbeiðsbólkar og áhugapartar
- Fylgja við framgongdini í verkætlanini og vera við at gera status uppá støðuna til programmleiðsluna
- Umsita fyrisitingarligar uppgávur í sambandi við programmskrivstovuna og verkætlanarsporini
- Skráseta og samskipa uppgávur við meira í programm- og verkætlanaramboði.
Tín vangamynd:
Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin til starvið hevur fylgjandi útbúgving, førleikar og royndir:
- Viðkomandi útbúgvingin ella royndir sum t.d. skrivstovuútbúgving og útbúgving/skeiðir innan verkætlanarleiðslu
- Royndir sum samskipari ella líknandi leiklut. Royndir við KT verkætlanum innan heilsuverk er ein fyrimunur tó ikki ein treyt
- Sterk skipanar- og fyrisitingarevnir
- Góð samskiftis- og samstarvsevnir
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt og at taka ábyrgd
- At tú ert ágrýtin og sjálvstøðug/ur
- Royndir við at nýta KT sum arbeiðsamboð, herundir Microsoft Office og verkætlanarleiðsluamboð
- Sera góðan føroyskan og enskan málkunnleika.
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv við stórari ávirkan á framtíðar heilsuverkið í Føroyum
- Møguleika fyri førleikamenning
- Eitt dynamiskt og eldhugað arbeiðsumhvørvi.
Okkara visjón: Vit arbeiða við at skapa eina framtíðartryggjaða, borgarasentrerað talgilda loysn til føroyska heilsuverkið. Okkara mál er at stuðla undir heilsu og gera gerandisdagin lættari fyri okkara dugnaligu starvsfólk gjøgnum eina felags sjúklingajournal, ið styrkir tvørgangandi samstarvið millum geirarnir í Heilsuverkinum. Visjónina fyri Sjúkrahúsverkið sært tú við at vitja okkara heimasíðu á www.sjukrahus.fo.
Løn og setanartreytir: Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum er tíðaravmarkað í 5 ár. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Annfinn Thomsen, programmleiðara, á tlf. +298 783700 ella teldupost annfinn@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 5. desember 2024
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Preia ein vinSíggj onnur størv