Anestesisjúkrarøktarfrøðingur til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið Útgivið mánadagur, 8. september 2025
Umsóknarfreistin er mánadagur, 22. september 2025

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir anestesisjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á Anestesideildini á fulla tíð frá 1. desember 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um dagvakt, tilkallivakt og døgnvakt.

 

Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini: Anestesideild, Viðrakning, Intensivu deild, Bráðmóttøku/Skaðastovu, Kommunulæknavakt, Sjúkraflutningstænastu og Endurvenjingardeild.

 

Arbeiðið sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur fevnir í høvuðheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan fleiri sergreinar, ortopædi, ryggkirugi, gynækologi/obstetrik, almen kirurgi, mammaekirurgi, urologi, oyra-, næsa- og háls-kirurgi, eygnakirurgi og tannlæknaviðgerð. Anestesisjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við anestesilækna, og saman standa tey fyri umleið 2700 anestesium árliga. 

 

Aðrar veitingar hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum uttanfyri dagliga arbeiðsøkið á anestesideildini eru at leggja venflons á ymisku deildunum, at vera partur av trauma- og hjartastopptoymi og at veita anestesi í samband við til ECT. Eftir at hava ognað sær neyðugar royndir innan serøkið, gerst bráðfeingis sjúklingaflutningur uttanlands somuleiðis partur av arbeiðsuppgávunum hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum. Eisini fevnir starvið um undirvísing av starvsfólki og lesandi. 

 

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur
  • Telduførleika á brúkarastøði
  • Hevur evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  • Er fakliga áhugað/ur, fleksibul og virkisfús/ur 
  • Trívist við avbjóðingum og at hava nógv um at vera 
  • Hevur góð samstarvsevni og megnar at arbeiða tvørfakligt
  • Er sinnað/ur at skapa góðan trivnað og felags mentan á deildini
  • Hevur áhuga í at undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar 

Vit bjóða

  • Góða innleiðslu
  • Ein spennandi arbeiðsdag við møguleikum fyri fakligum avbjóðingum og egnari menning
  • Dugnaligar starvsfelagar við nógvum royndum

Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jeanne Waagstein, deildarleiðari á Anestesideildini, mail jeawa@ls.fo, tlf 304599 lokal 5757 ella Jonleyg Fossabrúgv, depilsleiðara á Bráðdeplinum, mail jonfo@ls.fo, tlf. 304599 loal 5707.

Umsóknarfreistin er mánadagin  22.09.2025

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Preia ein vinSíggj onnur størv